Reglugerð fyri bingjuplássini hjá Hvalbiar Kommunu
Galdandi frá 1. januar 2019
Almennar ásetingar
- Henda reglugerð er galdandi fyri ruskplássini hjá Hvalbiar Kommunu.
- Endamálið við reglugerðini er at halda gott skil á ruskplássunum, herundir:
- At galdandi reglur fyri skiljing av burturkasti verða virdar, so at burturkast verður koyrt á rætta stað og í rætta bingju.
- At fyribyrgja dálking av burturkasti ella øðrum og fyribyrgja, at rusk sløðist á økinum.
- At trygd og arbeiðsumhvørvi verða sett í hásæti, bæði hjá starvsfólki og viðskiftafólki.
- Boð og ávísingar frá starvsfólkunum skulu aktast ella kann viðkomandi burturvísast.
Ásetingar um atgongd
- Bingjuplássini eru einans ætlað til burturkast frá borgarum í kommununi.
- Ikki er loyvt at vera innanfyri girðingina á bingjuplássinum uttanfyri upplatingartíðirnar.
- Burturkast skal skiljast og avskipast í røttu bingjurnar sambært galdandi skiljiskipan. Í ivamálum, ber til at spyrja starvsfólk á plássinum.
- Starvsfólkini á plássinum luttaka ikki í avskipingini.
- Tað er strangliga bannað at seta burturkast uttanfyri bingjuplássið ella tveita upp um girðingina.
- Húsarhaldsburturkast, lívrunnið burturkast o.t., skal vera í lokaðum íløtum ella afturlatnum sekkjum, so væta ikki kemur frá.
- Burturkast, sum kann fúka, skal vera í posum ella tílíkum.
- Viðvíkjandi urtagarðsburturkasti, verður víst til tyrvingarplássini í sóknini.
- Vandamikið burturkast skal latast í reyða posan ella til Trøllavíkar.
- Dálkað mold og asbest kann ikki latast inn á bingjuplássið, men skal latast beinleiðis til IRF.
- Lutir at brenna mugu ikki vera longri enn 1 m.
- Viðskiftafólk skulu rudda og sópa eftir sær.
- Akfør skulu setast, so tey ikki tarna ferðsluni á økjunum.
- Ikki er loyvt handlum / fyritøkum at lata rusk á bingjuplássið.
- Bildekk – broytt 25.11.2019, soleiðis at tikið verður móti dekkum – dekk og felgur skulu vera skilað sundur.
- Tey, sum skulu av við størri nøgdir av burturkasti, t.d. oljutangar, ketlar o.a. í samband við ný / umbygging og umvælingar, skulu ikki koma á bingjuplássið við hesum, men venda sær til IRF viðvíkjandi leigu av bingju ella sjálvi koyra burturkastið til IRF.
- Burturkast skal skiljast, áðrenn tað verður latið inn á bingjuplássini.
Posar frá IRF skulu ikki latast í bingjurnar. Hesir eru ætlaðir húsarhaldunum at lata til innsavningarbilarnar hjá IRF.